Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Al-Ettifaq hevur fingið semju við Liverpool um Jordan Henderson

Al-Ettifaq við Steven Gerrard sum venjara nærkast einum keypið av Jordan Henderson úr Liverpool F.C.

Tann 33 ára gamli Jordan Henderson var fyrr í mánaðnum settur í samband við Saudi Arabiska felagnum Al-Ettifaq. Venjarin Jurgen Klopp hevði givið grønt ljós fyri einari sølu av Jordan Henderson, men partarnir kundu ikki semjast um prísin.

Sambært BBC er nú komin semja ímillum Liverpool og Al-Ettifaq um søluna av Jordan Henderson. Venjarin hjá Al-Ettifaq er Liverpool legendan Steven Gerrard og Henderson hevur áhuga at skrivað sáttmála við teir, sambært Fabrizio Romano. Prísurin er á leið 12 mió pund, svarandi til kr. 103 mió.

Liðskiparin hjá Liverpool hevur leikt 492 dystir og skorað 33 mál fyri felagið. Í tíðarskeiðnum saman við Liverpool, hevur hann vunnið Premier League, Champions League, Club World Cup, F.A Cup og Carabao Cup. Jordan Henderson kom úr Sunderland í 2011 og bleiv liðformaður eftir Steven Gerrard í 2015.

Henderson er í løtuni staddur í Týsklandi á venjingarlegu, men var ikki við í hópinum hjá Liverpool, tá ið teir í dag leikti venjingardyst ímóti Karlsruher.

Úrslitið av hesum dystinum var ein 4-2 sigur til Liverpool við málið frá Darwin Nunez, Coady Gakpo og Diogo Jota (2).

Keypini av Dominik Szoboszlai og Alexis Mac Allister, kann eisini týða uppá, at leiktíðin kann blíva avmarkað hjá Jordan Henderson næsta kappingarár. Liverpool hevur eisini víst áhuga í miðvallarum sum Sofyan Amrabat, Ryan Gravenberch og Roméo Lavia. Harafturat hevur verið ein jalig menning av ungum leikarum sum Curtis Jones, Harvey Elliot og Stefan Bajcetic.