Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 er víðari í Evropa fyri 10. ferð í søguni

Hoyr høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík í samrøðu við Hera Simonsen seta orð á ein ótrúliga strævnan dyst á útivølli í Estlandi móti Paida, ið endaði við einum 2-0 sigri til B36, og harvið ein samlaðum 2-0 sigri í fyrsta umfarinum í Europa Conference League undankappingini. Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybylski skoraðu málini fyri B36 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

Dan greiðir frá, at talan var um ein ótrúliga strævnan dyst á einum tungum undirlagi, og tí er kenslan framúr, at teir hava vunnið seg víðari í kappingini. Dan fegnast eisini um, at B36 gerst fyrsta liðið í søguni, ið vinnur seg víðari í Evropa á 10. unda sinni í søguni: – Hetta er tann strævnasti dysturin eg havi havt á síðulinjuni, viðgongur Dan.