Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórt vónbrot hjá Víkingi í Europa Conference League

Víkingur helt seg hava skorað til 2-1 við máli hjá Inga Jonhardssyni í 97. minutti, men kekkiski dómarin dømdi onkursvegna fyri rangstøðu, og so vann andorianska liðið samanlagt 3-2 aftaná 1-1 javnleikin við Djúpumýru í Klaksvík. Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá báðum málunum og frá støðuni, ið tíverri ikki gav mál til Víking. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við Sølva Vatnhamar og Inga Jonhardsson, ið báðir vóru vónbrotnir. Ingi skilur ikki heilt hvussu 2-1 málið ikki kundi standa.