Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sólorkuframleiðslan setti met í juni

Ongantíð fyrr hevur sólorkulundin í Sumba framleitt so nógva orku sum í juni mánaði

Sólorkuframleiðslan í juni mánaði var 35,5 MWh, ið er tað mesta, ið sólorkulundin í Sumba hevur framleitt, síðan hon varð tikin í nýtslu í desember í 2019.

SEV sigur, at samanborið við juni í fjør, tá framleiðslan var 27 MWh, er framleiðslan næstan 8,9 MWh hægri.

SEV vísir eisini á, at framleiðslan undanfarnu árini vísir, at sólorkuframleiðslan vanliga er hægst í mei, juni og og juli, men at júst í ár var framleiðslan kortini hægri i apríl enn í mei.

Fyri at náa málinum um 100 prosent burðadygga elorku í 2030 er neyðugt at finna røttu samansetingina av orkukeldum, sigur SEV.

Av tí at framleiðslan av vind- og vatnorku minkar munandi um summarið, tá minni er av vindi og regni, er neyðugt at hava aðrar grønar orkukeldur eisini. Í summarhálvuni hava vit í Føroyum nógvar tímar við dagsljósi og sól, og tí er møguleiki at vinna elorku úr sól og dagsljósi, sigur SEV.