Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður árendur av trukki

Ein maður varð í gjár árendur av einum trukki á einum arbeiðsplássi. Boð eru send eftir Arbeiðseftirlitinum

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á einum arbeiðplássi í Havn.

Tað er ikki heilt greitt, hvat er farið fram, men onkursvegna varð ein maður áðrendur av einum gaffiltrukki og fekk skaða í beinið.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan var á staðnum, og at arbeiðseftirlitið varð boðsent.

Farið verður nú undir at kanna málið, sigur løgreglan.

Harumframt vóru eisini tvey mál úr ferðsluni í gjár. Ein bilførari varð tikin fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi, og ein annar varð tikin fyri ikki at hava tryggjað barnið í einum barnasetri í bilinum. Umframt bót fær hesin seinni bilførarin eisini klipp í koyrikortið.