Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Morð á Retspsykiatorisk Ambulatorium

Ein vanligur leygardagur vendist til sorgardag í Brøndby, tá ein 41 ára gamal maður valdi at taka lívið hjá einum øðrum persóni

Ein 41 ára gamal maður í Danmark er skuldsettur fyri dráp, umframt drápsroynd. Føroyski sálarlæknin, Mariann Stenberg, lat lív í álopinum. Umframt hana, vóru tvey onnur starvsfólk á deildini álopin, og fingu álvarsliga skaða. Ein maður varð stungin í lunga og ein kvinna varð stungin í armin.

41 ára gamli maðurin legði ikki fingrarnar millum, tá hann skuldi greiða frá. Hann var greiður yvir, at hann skuldi taka lívið á sínum viðgera, tí sambært honum, hevði hon uppiborið tað.

Millum annað hetta, og alt annað, ið kom fram tey trý korterini, ið rættarfundurin vardi, var nokk at sannføra dómaran. Dómarin, Katrine B. B. Eriksen, legði seg eina við, at 41 ára gamli maðurin skuldi fongslast í varðhaldi.

In.fo skrivar soleiðis um kvinnuna, ið hendan lagnudag á Brøndbyøstervej í Brøndby:

Marian Stenberg var dóttir Richard Jacobsen úr Sandvík, sum fórst við Hans Hedtoft í 1959, og Emmy Johansen úr Sandvík, sum býr í Havn. (in.fo)