Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drápsmaður noktar seg sekan: – Eg minnist onki

Sydøstjyllands Politi skrivar í tíðindaboðum, at teir hava handtikið ein ungan mann, fyri at hava dripið ein 56 ára gamlan mann. Ungi drápsmaðurin er 24 ára gamal og noktar seg sekan

Vakthavandi á politistøðini í Kolding sigur, at teir vóru sera nógvir politistar til staðar, tá útkallið fór fram. Ein ungur maður hevði stungið ein annan 56 ára gamlan mann tríggjar ferðir. Ta einu ferðina varð hann raktur beint í hjartað og var hetta roknað sum drepandi stingið, skrivar miðilin jv.dk.

Teir báðir kendu ikki hvønn annan, hóast báðir vóru frá Kolding, sigur løgreglan.

Løgreglan í Kolding hevur nú handtikið ein 24 ára gamlan mann, og ákært hann fyri tilvitað morð. Hann hevur púra tilvitað stungið ein eldri mann í hel, uttan at hava nakað motiv mótvegis honum. Hetta fór fram á Gråbrødregade í Kolding, umleið klokkan 21 í gjár.

Løgreglan í Kolding sigur hetta vera ein einstøk hending, ið ikki ber brá av samanhangi við nakra aðra sak, ið teir hava liggjandi á skrivaraborði teirra.

Í tíðindaboðunum stendur, at støðan fyrst eskaleraði og endaði í harðskapi. Eldri maðurin fekk hjálp frá fólki í nærumhvørvinum, men varð staðfestur deyður á Kolding Sygehus, seinni á kvøldi.

Ungi maðurin noktar seg sekan, tí hann onki minnist, skrivar miðilin jv.dk. Tað er nevniliga soleiðis, at við tað, at brotsmaðurin sigur seg onki minnast, so noktar hann seg samstundis sekan. Málið skal fyri rættin skjótast møguligt, verður sagt frá myndugleikunum.