Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleyr fær nýggjar venjarar úr Argentina

Gabriel Aramayo og Esteban Martinez skulu komandi kappingarár venja øllum liðunum frá 14 árum og eldri hjá Fleyr

Flogbóltsfelagið Fleyr boðar í dag frá, at komandi kappingarár verða tveir nýggir høvuðsvenjarar í felagnum.

Tað verða teir báðir Gabriel Aramayo og Esteban Martinez, um fara at vera høvuðsvenjarar hjá øllum ungdómsliðunum frá 14 ár og eldri og heilt upp til harra og kvinnuliðini í Føroya tele deildini.

Gabriel Aramayo er 31-ára gamal, og Esteban Martinez er 30-ára gamal, og teir eru báðir úr Argentina.

Báðir hava drúgvar royndir sum flogbóltsspælarar úr Argentina, umframt at Gabriel Aramayo eisini hevur royndir sum venjari.