Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jógvan á Lakjuni nýggjur havnameistari í Klaksvík

Eftir 10 árum í starvi sum havnafúti, verður Jógvan á Lakjuni nú havnameistari í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna boðar í dag frá, at Jógvan á Lakjuni er settur sum nýggjur Havnameistari í Klaksvíkar havn.

Jógvan á Lakjuni hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar havn, og hann kennir tí væl til tørvin hjá havnini og kann fara til verka beinanvegin, sigur Klaksvíkar kommuna.

Jógvan á Lakjuni er útbúgving skipsførari og hevur nógvar royndir frá fiskivinnuni, umframt at hann hevur royndir við eitt nú cruise vinnu og offshore vinnu, sigur Klaksvíkar kommuna. Jógvan á Lakjuni byrjar í starvinum 1. august.