Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vakstrarhúsútlátið í Føroyum minkaði í fjør

Fyri fyrstu ferð í 10 ár er CO2 útlátið í Føroyum minkað munandi, sigur Umhvørvisstovan

CO2 útlátið í Føroyum var í fjør seks prosent minni enn í 2021, og hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at CO2 útlátið í Føroyum er minkað munandi.

Hetta vísir ein uppgerð frá Umhvørvisstovuni, sum eisini ger greitt, at orsøkirnar til minkingina eru fleiri.

Høvuðsorsøkin er, at elframleiðslan í størri 2022 í størri mun enn í 2021 stavaði frá varandi orkukeldum, og serliga eru tað nýggju vindmyllurnar í Porkeri og á Gellingarkletti, sum gera mun.

Eisini varð meira framleitt úr vatnorku í fjør enn fyrraárið, og harumframt brúktu bæði húsarhaldini og akfør minni.

Uppgerðin hjá Umhvørvisstovuni vísir, at útlátið í Føroyum vaks á hvørjum ári frá 2016 til 2021, men at í fjør kom vend í.

Mynd: Umhvørvisstovan

Útlátið í 2021 var oman fyri 1 millión tons í CO2 eindum, meðan tað í fjør var niðan fyri 1 millión tons.

Verða bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum taldar við, var minkingin í CO2 útátið frá 2021 til í fjør heili 14 prosent. Stóra minkingin kemst av, at útlendsk skip hava keypt munandi minni av olju í fjør enn fyrraárið.

Býtt út á brúkarabólkar er tað brúkarabólkurin “fiskiskip”, ið eigur nógv størsta partin av útlátinum við 36 prosentum.

Næststørsti brúkarabólkurin er “el- og hitaframleiðsla”, sum stendur fyri 14 prosentum, og síðani kemur brúkarabólkurin “Akfør”, ið stendur fyri níggju prosentum.

Mynd: Umhvørvisstovan