Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ST mælir til at banna snildfonum í skúlum

Snildfonir í skúlunum elva til vánaligari lestraravrik og happing, heldur ST-stovnurin fyri útbúgving, mentan og vísind, og vísir á, at rættast er at seta forboð fyri snildfonum í skúlum

Fyri at betra um lestrarumhvørvið hjá næmingum og fyri at steðga happing eiga snildfonir at bannast úr skúlastovum.

Tað sigur ein nýggj frágreiðing frá ST.

Tað er Unesco, sum er ST stovnurin fyri vísind, mentan og útbúgving, sum hevur latið úr hondum frágreiðingina, har víst verður á, at ov nógv nýtsla av snildfonum hevur við sær vánaliga avrik í skúlanum, og at ov nógv skermnýtsla hevur neilig árin á sálarheilsuna hjá børnum.

Unesco ávarar eisini myndugleikar ímóti ókritiskt at taka ímóti talgildum loysnum, og at talgildar loysnir skulu ongantíð at loysa av undirvísing, ið verður gjørd andlit til andlits.

Í frágreiðingini skrivar Unesco eisini, at lond mugu tryggja, at tey hava greið endamál og prinsippir við talgildari undirvísing fyri at tryggja, at talgilda undirvísingin ikki ger skaða men er til gagns fyri næmingar, men eisini fyri demokrati og mannarættindi.

Unesco metir, at frammanundan hava longu eitt av hvørjum seks londum sett forboð fyri snildfonum í skúlanum, antin við lóggávu ella mannagongdum.