Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan váttar: Restir av rúsevnanýtslu eru at finna nærhendis skúlum

Tað er rætt, sum Kristianna Winther Poulsen sigur, at restir av rúsevnanýtslu eru at finna hærhendis skúlum, sigur løgreglan

Tað er rætt, at tað hendir seg, at restir av rúsevnisnýtslu eru at finna nærhendis skúlum.

Tað váttar leiðarin á narkodeildini hjá løgregluni, Jan Johannesen, fyri FM1.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í barna og undirvísingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, fyrispurning, um hvat hann ætlar at gera fyri at basa rúsevnamisnýtslu í Føroyum, og í hvønn mun hann ætlar at seta tilmælini frá heildætlanini fyri fyribyrging av rúsevnamisnýtslu í verk.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Kristianna Winther Poulsen, at tað kemur meira enn so fyri, at “restir av narkonýtslu liggja og flóta við skúlar og aðrastaðni á gøtuni.”

Og tað er rætt, at restir av rúsevnamisnýtslu eru at finna nærhendis skúlum, sigur Jan Johannesen.

Jan Johannesen ger greitt, at tað hendir seg, at bongir [roykiamboð, red.] eru at finna nærhendis skúlum.

Harumframt hoyrir løgreglan eisini, at rúsevni verða seld nærhendis skúlum, men hetta er ikki nakað, ið løgreglan hevur fingið staðfest.

Jan Johannesen vísir á, at ein stórur trupulleiki fyri løgregluna er, at tílík mál verða ikki fráboðað løgregluni eins nógv, og tey kanska burdu.