Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

PSG og Man Utd kappast um Højlund

Paris St. Germain og Manchester United eru í kapping um tann danska áleyparan, Rasmus Højlund.

Manchester United hevur leingi víst áhuga um tann danska áleyparan, Rasmus Højlund. Tann danski landsliðsleikarin hevur játtað eitt skiftið til Manchester United og ein sáttmáli bíðar honum at verða undirskrivaður.

Manchester United hevur givið eitt boð uppá kr. 450 mío, men ta italska felagið hevur avvíst tilboðið, tá ið teir vænta eitt boð uppá kr. 520 mió.

Nú meldar Paris St. Germain seg inn í dystin og teir hava lagt tað fyrsta boðið inn fyri Rasmus Højlund. Tað er gjørt greitt, at Kylian Mbappé antin skal skrivað ein nýggjan sáttmála við felagið ella verður hann settur á sølulistan. Um so Mbappé verður seldur, so fer tað franska felagið at mangla ein áleypara.

Manchester United sigst tó at verða frammanfyri í kappingini um Rasmus Højlund, tá ið teir longu eru samdir við leikaran um treytirnar fyri ein sáttmála.