Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Navnabroytingin hjálpti

Tann 26. apríl 1902 broytti enska 2. deildarliðið Newton Heath F.C. navnið hjá sær.

Í 1878 tók ein bólkur av verkstaðsmonnum stig til at byrja ein nýtt fótbóltsfelag. Allir vóru í starvi á jarnbreytini, heilt nágreiniliga í goymsluni hjá Lancashire & Yorkshire Railway Co. í Newton Heath, nakað sunnanvert býarkjarnina hjá Manchester. Felagið, sum í høvuðsheitum var ætlað sum virkislið, rópti seg tískil fyri Newton Heath Lancashire & Yorkshire Railway Football Club. Í 1890 gjørdi felagið av at strika bókstavirnar LYR, og alt samband við jarnbreytina steðgaði.

Í 1892 varð Fótbóltsdeildin víðkað, og Newton Heath slapp við. Fyrsti dysturin var ímóti Blackburn Rovers á útivølli, og Newton Heath tapti 3-4. Síðani komu fimm dystir uttan, at tað eydnaðist Newton Heath at vinna, og eftir seks umfør lá Newton Heath aftast í stigatalvuni. Í sjeynda dystinum vísti felagið seg kortini fram: 15. oktober 1892 vann Newton Heath heili 10-1 á Wolves, sum framvegis er størsti sigurin hjá felagnum í landskappingini. Dysturin vísti kortini ikki røttu styrkina hjá liðnum. Tá kappingarárið var lokið, lá Newton Heath á aftasta plássi. Liðið noyddist at spæla frásáldingardyst fyri at yvirliva og vann eftir umdyst á Small Heath (nú Birmingham).

Við kappingarárslok í 1901 gjørdi felagið av at hava eina sølubúð fyri at útvega neyðugar inntøkur. Felagið endaði kappingarárið á 10. plássi, og hevði brúk fyri øllum fíggjarligum stuðli.

Sølubúðin skuldi vara í fýra dagar, og gjørdist sera vælumtókt. Á triðja degnum, tann 2. mars 1901, skuldi sankta bernhardshundurin, Major, hjá høgra bakkinum og liðskiparanum, Harry Stafford, vera ein av freistingunum. Við einum ílati um hálsin, reikaði hundurin millum fjøldina fyri at savna pening, men tá ið søludagurin var at enda komin, slapp hundurin leysur og rýmdi av staðnum. Lagnan lagaði tað soleiðis, at Major endaði á einari barr hjá bryggjarístjóranum, John Henry Davies, sum gav sínari 12 ára gomlu dóttir hundin sum føðingardagsgávu. Stafford fann til endans fram til Davies og Major, og teirra kennskap gjørdist lagnuríkt fyri Manchester United.

Les eisini...  Manchester United leikari meldaður til løgregluna

Eitt lítið ár seinni var Newton Heath um at fara av knóranum og noyddist at útvega £2.670 til samdøgrið eftir. Ein kreppufundur varð hildin í New Islington Hall í januar 1902 og Harry Stafford megnaði at fáa fýra handilsmenn saman við sær, sum rindaðu £500 hvør. Gamla nevndin mátti leggja frá sær og James Taylor, J. Brown, W. Deakin og áðurnevnda John Henry Davies mannaðu nýggju nevndina. Fundurin valdi Davies sum nýggjan formann. Skjótt kravdi Davies, at nýggja felagið eisini skuldi skifta navn og búna. Manchester Central og Manchester Celtic vóru í uppskoti, men vórðu kveistraði til viks, tá ið Louis Rocca bar Manchester United fram: “Høgu harrar, hví rópa vit okkum ikki fyri Manchester United?” Tað varð samtykt við stórum meiriluta. Avgjørt varð eisini at spæla í reyðum troyggjum og hvítum stuttbuksum mótvegis gula og grøna búnanum.

Teir reyðu devlarnir úr Manchester hava tískil nógv at takka sankta bernhardshundinum Major fyri, tí hann gjørdist bjargingin hjá Manchester United.

Tann 26. apríl 1902 broytti felagið navn til Manchester United Football Club. Liðið flutti upp í bestu deildina í 1906 og longu í 1908 vann felagið fyrsta meistaraheitið.