Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mads Borchers er seldur til Svøriki

HB hevur í dag selt Mads Borchers til svenska Varbergs BoIS.

Varbergs BoIS hevur keypt tann 21 ára gamla Mads Borchers úr HB, longdin av sáttmálanum er ikki upplýst. Tað svenska felagið leikar í Allsvenskan í Svøriki og liggur í løtuni aftast í deildini, aftaná 16 dystir.

Mads Borchers leikti við danska Esbjerg, men var leigaður út til 07 Vestur í fjør. Hann gjørdist ein teimum stóru profilinum í 07 Vestur seinasta kappingarár og HB gjørdi av at keypa leikaran í vetur.

Borchers hevur leikt 16 dystir í ár og skorað 6 mál fyri HB.

Á heimasíðuni hjá HB verður skrivað soleiðis:

“Hóast tað altíð er keðiligt at missa sínar bestu spælarar, eru vit í HB errin av, at vit enn einaferð kunnu senda spælarar víðari út í heim at fylgja dreyminum um eina yrkisleið. Hetta hevur í nógv ár verið eitt mál hjá felagnum.”

Sambært felagnum verður sagt, at HB hevur selt Borchers til Varbergs BoIS fyri eina peningaupphædd, sum ikki er upplýst. Afturat hesum hava teir tryggjað nøkur prosentir fyri einari møguligari víðarisølu.