Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan, Andrass og Hannis hava álit á at B36 vinnur samlað á Haverfordwest

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum, ið komu í fyrra Europa Conference League undankappingardystinum í øðrum umfari: B36-Haverfordwest 2-1 (1-0). Hoyr Heðin taka samanum dystin, ið Heðin heldur vera ein ov lítlan sigur til B36 í mun til spæla og málmøguleikar. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran, Dan Brimsvík og málskjúttarnar, Andrass Johansen og Hannis Agnarsson. Teir eru samdir um, at B36 burdi tryggjað sær ein størri sigur, men teir hava álit á egna megi og trúgva upp á ein samlaðan sigur á Haverfordwest.