Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool selur Fabinho til Al-Ittihad

Al-Ittihad hevur í dag skrivað ein 3 ára sáttmála við brasilska Fabinho úr Liverpool.

29 ára gamli Fabinho hevur í dag skrivað ein 3 ára sáttmála við Al-Ittihad úr Saudi Arabia. Prísurin fyri miðvallaran er umleið 40 mió pund, svarandi til kr. 348 mió.

Miðvallarin kom til Liverpool úr Monaco fyri gott 5 árum síðani og var millum annað ein týðandi leikari, tá ið Liverpool vunnu Premier League og Champions League fyri nøkrum árum síðani.

Kappingarárið í fjør eydnaðist ikki serliga væl fyri liðið og Fabinho sjálvan. Royndin miseydnaðist í at tryggja luttøku í Champions League og Liverpool fara tí at leika í Europa League í ár.

Fabinho hevur hesi 5 árini leikt 219 dystir og skorað 11 mál fyri teir reyðu úr Liverpool.

Ein stór útskiftning hevur verið á miðvøllinum og Fabinho er tann fimti leikarin, ið Liverpool selur í summar.

Út eru farnir Naby Keita, Alex Oxlade-Chamberlein, Jordan Henderson, James Milner og nú Fabinho.

Inn eru komnir Dominik Szoboszlai úr RB Leipzig og Alexis Mac Allister úr Brighton.

Tað kann væntast at Jurgen Klopp og Liverpool fara at heinta ein ella tveir miðvallarar afturat. Leysasøgurnar vilja verða við, at Liverpool hevur bjóða uppá Romeo Lavia úr Southampton. Eisini hava Sofyan Amrabat og Aurélien Tchouaméni verið upp á tal.

Nakrir profilar hava í seinastuni skift til feløg úr Saudi Arabia. Í Al-Ittihad telist millum annað Karim Benzema og N’Golo Kante.