Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Yvir 2.000 áskoðarar til ólavsøkudyst

Tað vóru yvir 2.000 fólk til ólavsøkudystin millum TB og ÍF. - Tvøroyrar Bóltfelag takkar tykum øllum somlum hjartaliga fyri fantastiska innsatsin. Uttan tykra stóra arbeiði, hevði hetta als ikki borið til, sigur TB-formaðurin, André Dalfoss

2.300 áskoðarar vóru til dystin millum TB og ÍF. Tá eru ung undir 17 ár eisini tald við.

Hetta áskoðaratalið kann formaðurin í TB, André Dalfoss, staðfesta fyri in.fo, eftir undirhaldandi ólavsøkudystin á Tórsvølli millum TB og ÍF, ið ÍF vann 2-1.

TB fekk einki stig, men fekk hinvegin nakrar kærkomnar krónur í kassan.

– Orð eru av sonnum fátøk ein dag sum í dag. Tað, at so nógv fólk tóku lógvatak saman og hjálptu til sum trygdarvaktir, við atgongumerkjasølu, sum sølufólk í kioskunum, hjálparfólk annars, bóltbørn, og eisini børnini, sum leiddu okra spælarar inn á vøllin, tað var alt samalt rørandi at vera vitni til. Tvøroyrar Bóltfelag takkar tykum øllum somlum hjartaliga fyri fantastiska innsatsin, uttan tykra stóra arbeiði hevði hetta als ikki borið til. Eisini skulu tey, sum varða av Tórsvølli, FSF, ÍF o.s.fr., eiga eina hjartans tøkk frá TB fyri ótrúliga vælvild allan vegin ígjøgnum, skrivar formaðurin í TB, André Dalfoss, á Facebook-vangan hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

– Hóast okur taptu á vøllinum, so vann TB sum felagsskapur ein stóran sigur. Samanhald okra styrki er, endar formaðurin við at skriva.

Nú 16 dystir eru leiktir í Betri Deildini hjá monnum, so liggur TB á sætti plássi við 15 stigum, meðan ÍF, sum nú hevur 12 stig, fór við sigrinum av aftasta plássinum til áttanda plássi í bestu mansdeildini í fótbólti.