Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðvør besti spælarin í juni og juli

Tað var ongin ivi, tá atkvøðurnar skuldu teljast upp hesaferð – miðvallarin hjá KÍ, Eyðvør Klakstein var besti spælarin í Betri Deildini hjá kvinnum í juni/juli mánaða

Kvinnurnar løgdu til brots aftur eftir summarsteðgin í gjár, og í Klaksvík tók oddaliðið KÍ ímóti HB, sum er á triðja plássi. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í juni/juli.

Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ kvinnurnar fram í sama stíli sum fyri summarsteðgin við 2-0 sigri, og Eyðvør gjørdi ikki mætari enn at skora málið til 2-0. Fyrra málið í dystinum skoraði Tóra Mohr.

Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesa ferð var breið semja um, at Eyðvør skaraði framúr fyri summarsteðgin.

Kelda: Maria Ziska/fsf.fo