Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U17-landsliðið við dreingjum til NM í hesum døgum

Fróði Benjaminsen og U17-dreingirnir hava fyrireikað seg væl til NM kappingina, men teir ásanna samstundis, at væntandi verður talan um nakrar truplar dystir

– Vit leggja fyri ímóti Danmark, sum í sínum fyrsta dysti vann heili 6-2 móti Noreg. So tað verður allarhelst trupult, men vit fara sjálvandi at gera okkara besta.

Tað sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum við heimasíðuna hjá FSF, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM kappingini, ið er í Finnlandi.

Ferðalagið fór av landinum týsdagin, og umvegis Keypmannahavn varð flogið til Helsinki og haðani koyrt í bussi í tríggjar tímar til Lappenratti, har kappingin verður spæld.

– Vit hava vant mikudagin og høvdu eina venjing í gjár, og eg haldi at okkara dreingir eru væl fyri. So nú gleða vit okkum til dystirnar, og koma í gongd við kappingina, sum væntandi kann menna hesar dreingirnar enn meir, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska liðið er í bólki saman við Danmark og Noregi.

Dystirnir verða spældir í dag, 4. august, 6. august, og seinasti dysturin verður leiktur týsdagin 8. august, tá plaseringsdystirnir eru á skránni. Tá skal U17-landsliðið við dreingum møta annaðhvørt Finnlandi, Svøríki ella Ísrael.

Skráin:
4. aug. Føroyar – Danmark
6. aug. Føroyar – Noreg
8. aug. Plaseringsdystur

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo