Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan: Tað gjørdust óneyðuga tungt í Cardiff

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36. Dan kann saman við hópinum enn eina ferð at hava skrivað søgu, tá B36 aftaná samanlagdan 3-2 sigur á Haverfordwest vann seg víðari í Europa Conference League undankappingini. Talan er um 11. ferð B36 vinnur seg víðari í Evropa í søgu felagsins. Tað gjørdist tó óneyðuga tungt at vinna á primitivt spælandi, waliska liðnum. Nú ger Dan klárt til eina strævna viku, har B36 skal spæla móti 07 Vestur í Sørvági mánakvøldið, og móti kroatiska Rijeka á Tórsvølli komandi hóskvøld.