Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup: Ein góður seinni hálvleikur tryggjaði okkum sigurin

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Meinhardt Dalbúð siga frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum B68-ÍF 3-1 (1-0) á Svangaskarði. Hoyr Meinhardt taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg og við liðskiparan hjá ÍF, Karl A. Løkin.

Jákup staðfestir, at ÍF var omaná leikliga í fyrra hálvleiki, men hetta fekk B68 bøtt uppá til seinna hálvleik, og tað gav ein kærkomnan sigur. Karl heldur, at ÍF vóru ikki nóg skarpir í hvørki álopspartinum ella í verjupartinum, og tað kostaði.