Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Guðrið skal syngja í PanArcticVision leygardagin

Leygardagin 12. august skal Guðrið Hansdóttir umboða Føroyar í nýggju altjóða tónleikakappingina í arktiska økinum, PanArcticVision

PanArcticVision-kappingin verður stroymd beinleiðis úr Varanger Festivalinum í Norra, har tíggju listafólk úr tíggju ymiskum londum í arktiska økinum fara at kappast um atkvøðurnar fyri at vinna tónleikakappingina.

Føroyar kappast vit sanginum Blátt myrkur, sum Guðrið Hansdóttir syngur. Tekstin hevur Lív Maria Róadóttir Jæger skrivað og Guðrið hevur gjørt lagið.

Norðurlandahúsið bjóðar øllum í hesum sambandi at koma í Norðurlandahúsið klokkan 17 leygardagin at hugna sær – og fylgja við, tá tónleikakappingin verður stroymd. Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding.

Til ber eisini at fylgja við heimanífrá og atkvøða haðani gjøgnum panarcticvision.org.

PanArcticVision
PanArcticVision er nýggj altjóða tónleikakapping, sum hevur fingið íblástur úr Eurovision kappingini. Fyri føroysku tónleikararnar er tó ein rættliga týdningarmikil munur. Føroyskir tónleikarar kunnu ikki luttaka í Eurovision undir føroyskum flaggi – tað kunnu teir til PanArcticVision.

Kappingin er sett í verk fyri at leggja dent á tónleikamentanina í Arktis, á lokalu málini, úttrykkini og mentanirnar. Hetta er fyrstu ferð, at PanArcticVision verður hildin.

Listabólkurin NORDTING / The Northern Assembly hevur í samstarvi við Varangerfestivalen i Vadsø sett kappingina í verk. Norðurlandahúsið er samstarvsfelagi.

Norska mentanarráðið og onnur hava fíggjað.