Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norðurlandadagurin verður leygardagin 23. mars

Norðurlandadagurin í ár setur sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sæð frá einum ungum sjónarhorni

Norðurlandahúsið verður karmur um eitt spennandi og áhugavert ungdómstiltak við framløgum, tónleiki og kjaki, har tað at vera ungur í norðurlondum er á breddanum.

Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið bjóða til ein seinnapart, har trivnaður í økinum, og serliga í útjaðaranum, er í fokus. Tilmælini, sum vórðu samtykt á Ungdommens Nordiske Råd í Oslo á heysti í 2023, leggja støði undir dagsins evnum.

Ung úr Føroyum, Íslandi og Danmark leggja fram um norðurlendskar samstarvsmøguleikar og skipanir, sum styrkja økið, og aftaná verður panelkjak.

Eitt tónleikainnslag verður við næmingum sum ganga á tónleikabreytini á NámX. Tey eru ein spírandi talentfullur ungdómur og hetta kann heilt víst vissa okkum um, at framtíðin hja tónleikalívinum er bjørt.

Vit borðreiða við brellbitum, kaffi og køku.

Skráin sær soleiðis út:

Vælkomin Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri

Framløga: Tilmæli frá Ungdommens Nordiske Råd í Oslo
 – Jóhannis Erlendsson, limur í Framsøkin Ung

Framløga: Royndir frá Norðuratlantiska studentaflokkinum
– Svava Þóra Árnadóttir, fyrrverandi næmingur úr Íslandi

Framløga: Nordjobb, ein starvsmøguleiki hjá ungum í norðurlondum
– Jonas Okkels Sørensen, nordjobbari úr Danmark

Norðurlendska Herðaklappi

Tónleikainnslag: Næmingar á tónleikabreytini á Nám X framføra.

Steðgur og lætt ábit

Panel: Kjak millum ungar og eldri nordistar. Hvussu kunnu norðurlond blíva tað mest kappingarføra og integreraða økið, sætt frá einum ungum sjónarhorni.

Panelluttakarar:

  • Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri
  • Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
  • Jógvan Jón Henriksen, luttakari í Nordregio verkætlan
  • Jóhannis Erlendsson, limur í Framsøkin Ung
  • Eyðdis Hartmann Niclasen, limur í Útnorðurráðnum

Orðstýrari: John Johannesen, miðlafólk

Kl. 16.20           Samanumtøka og takk fyri í dag

Les eisini...  Tim Christensen komin til Føroya

Kelda: Løgmálaráðið