Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mohamed Salah fer ongan veg

31 ára gamli Mohamed Salah verður verandi í Liverpool, sambært ítróttarskrivarinum Fabrizio Romano.

Boð hava verið eftir Mohamed Salah í Saudi Arabia. Hesuferð er talan um felagið hjá Karim Benzema, Al-Ittihad.

Al-Ittihad eru sinnaðir at bjóða Salah ein sáttmála á kr. 1,3 milliardir, sambært leysasøgum.

Leikaraumboðsmaðurin Ramy Abbas hevur gjørt greitt á X (Twitter), at áleyparin verður verandi í Liverpool. Hann sigur, at um Salah var sinnaður at fara, so hevði hann ikki endurnýggja sáttmálan.

Í fjør skrivaði Salah ein nýggjan sáttmála við Liverpool, sum er galdandi til summari 2025.

Mohamed Salah hevur leikt 305 dystir fyri felagið á Merseyside og hevur skorað 186 mál. Hann er tann triðmest skorandi leikarin í Liverpool og er javnur við Steven Gerrard.