Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sonja drotning á óalmennari vitjan

Hóast talan er um óalmenna vitjan, so tók hon sær stundir at vitja løgmann og borgarstjóran í Havn

Norska drotning Sonja er á óalmennari vitjan í Føroyum við kongsskipinum “Norge”.

Skipið legði at á Bursatanga fyrrapartin í gjár, men liggur nú yviri í Skansabryggjuna

“Norge” kom til Føroya úr Hetlandi, har steðgað varð í ein dag ella so.

– Sonja drotning vitjaði eisini her í 2014 og hevur síðani havt hug at komið aftur, sigur norski konsulin í Føroyum, Petur Even Djurhuus, við Kringvarpið.

Hóast talan er um óalmenna vitjan, so hevði drotningin stundir til ein millummála saman við millum annað løgmanni, Aksel V. Johannesen, og borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen.

Ferðalagið við Sonju drotning og gestum ætla sær at vitja kring oyggjarnar komandi dagarnar.

Norska kongsskipið fer avstað aftur til Noregs hósdagin.