Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HM-endaspælið í 2031 verður í okkara bakgarði

Danmark, Norra og Ísland fara at hýsa HM-endaspælið í hondbólti í 2031

Danmark og Norra verða vertir fyri einum HM-endaspæli tvær ferðir komandi árini.

Næsta ár skulu Danmark, Norra og Kroatia hýsa HM-endaspælinum, og í dag hevur altjóða hondbóltssamgongan, IHF, avgjørt, at Danmark, Norra og Ísland verða vertir fyri HM-endaspælinum í 2031.

Men tá komið verður til avgerandi dystirnar, rothøgg-dystirnar, so verða allir hesir dystir spældir í Danmark, umframt finaluna. Eisini skulu fýra bólkaspøl spælast í Danmark og tvey miðumfør.

Kelda: Ritzau