Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tíðindini klokkan 17

Tíðindafundur hjá KÍ, evropeiska lutakastið og Sonja drotning á óalmennari vitjan í Føroyum ella er hon í veruleikanum Molde-viðhaldsfólk?

Tað verður heilt serligt fyri KÍ-venjaran, Magne Hoseth, at spæla ímóti Molde í annaðkvøld. Hetta, tí Magne sjálvur hevur spælt 284 dystir fyri Molde.

Eisini sigur Magne Hoseth, at var tað upp til hann, so broytir KÍ sum minst upp á mátan, tá tað kemur til bólkaspælið og spælarnar nú í heyst. – Tað verður kanska stórt trýst á okkum, at vit skulu gerast fulltíðar yrkisspælarir, men vit fara ikki at broyta upp á dagligdagin hjá spælarunum, sigur KÍ-venjarin.