Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kunning um hendingina í Leirvík í gjár og í nátt

Tamarhald fekst skjótt á støðuni, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi, men einki stendur um, um nakar er handtikin

Tíðindaskriv er nú sent til miðlarnar, og tað ljóðar soleiðis:

Føroya Politi fær nógvar spurningar frá fjølmiðlunum um, hví so nógvir politistar vóru til staðar í Leirvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað einasta, politiið kann upplýsa í hesum málinum, er, at hetta var í sambandi við eina fráboðan, sum politiið fekk í gjárkvøldið kl. 20.38. Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun. Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum til málið”.