Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan talsterk til staðar í Leirvík í gjár

Ein maður hótti við at skjóta við byrsu

Í gjár og í gjárkvøldið hevur løgreglan verið talsterk til staðar í Leirvík, eftir at ein maður seint seinnapartin í gjár hótti við, at hann fór at skjóta við byrsu.

Umleið klokkan 20 í gjár kom løgreglan til Leirvíkar við fleiri bilum og einum bussi, sum stóðu uppi Millum Svalir, sum er miðskeiðis í bygdini.

Vegurin niðan til fótbóltsvøllin í bygdini varð eisini byrgdur av.

Fólk á staðnum siga við FM1, at tey sóu átta til tíggju politistar við brynju ganga har, og eygnavitni greiðir frá, at tað tóktist vera naggatódn millum løgregluna og eitt fólk í nakrar tímar, sum eftir øllum at døma hevði hótt við byrsu.

Fólk í økinum har vórðu biðin um at stongja, sløkkja, og halda seg vekk frá vindeygunum.

Tað er ikki nógv at frætta frá løgregluni. Politiið váttar hendingina, men vil einki siga um, um nakar er handtikin ella nakað. Víst verður til eitt tíðindaskriv, sum tey har arbeiða við í løtuni.