Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rannvá sett sum terapeutiskur leiðari

Rannvá í Skálum er sett sum terapeutiskur leiðari í VEKS. VEKS eru samstarvskommunurnar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommuna

Tað verða støðugt fleiri eldri borgarar, og tað er sera umráðandi, at tey hava eitt heilsugott, aktivt og innihaldsríkt lív. Terapeutiska økið hevur stóran týdning í langtíðarætlanini fyri eldraøkið, og hetta verður nú uppraðfest.

Rannvá er 46 ár, og hon er útbúgvin fysioterapeutur við drúgvum royndum. Hon er ættað úr Hvalvík og búsitandi í Vestmanna.

– Eg søkti starvið, tí eg haldi langtíðarætlanina hjá VEKS vera spennandi. Hon kann viðvirka til, at fleiri fólk fáa góð ellisár, sigur Rannvá.

Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu kunnu vera búgvandi í egnum heimi, um tey fáa røttu tænastuna. 

– Flest fólk vilja verða gomul í egnum heimi. Heimið, har gerandisdagurin hevur givið lívinum innihald, bæði í viðgongd og mótgond. Tað umráðandi at menna økið innan heilsustimbran, endur- og viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjan av sjúku, og tað er eisini umráðandi at leggja dent á einsemi.

Í nýggja bygnaðinum hjá VEKS verður eitt terapeutiskt toymi stovnað, sum Rannvá í Skálum skal leiða.

– Eg vóni og vænti, at fleiri ergo- og fysioterapeutar halda okkara øki vera áhugavert, so toymið kann liva upp til grundsjónarmiðið, teimum eldru at frama.

Rannvá í Skálum byrjar í starvinum 21. august.