Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U19-manslandsliðið kann spæla seg í fjórðingsfinaluna

Meginumfarið er víðopið og skulu U19-menninir hjá Føroyum í dag møta Saudiarabia. Dysturin byrjar klokkan 16 og leinkið til dystin sæst í greinini

Eftir fantastiska flotta sigurin móti Týsklandi í gjár, skulu føroysku U19-mansliðið spæla móti Saudiarabia í dag.

Øll fýra liðini í meginumfarinum í bólkinum, har Føroyar eru partur av – Føroyar, Týskland, Saudiarabia og Iran – hava øll tvey stig hvør, og treytin í dag er, at Føroyar fáa í minsta lagið eitt stig. Hetta, av tí at føroyska málúrtøkan er væl betri enn hjá Saudiarabia og Iran.

Dysturin móti Saudiarabia byrjar klokkan 16 og leinkið til dystin er her: