Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atlantic tillagar túratalið til New York

Atlantsflog skuldi flúgva sjey ferðir aftur og fram millum Føroyar og USA, men vegna væntandi undirtøku, verður hetta talið nú tillagað til fimm túrar

– Tíverri vísir tað seg ikki at vera grundarlag fyri øllum sjey túrunum, so vit hava verið noydd at tillaga flúgvingina og taka harvið tveir teir seinastu túrarnar av skránni soleiðis, at vit flúgva fimm ferðir til New York í heyst, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í tíðindaskrivi.

Hon vísir á, at orsøkirnar til, at sølan ikki hevur gingið sum vónað, helst eru nógvar, men ein orsøk er, at endaligu loyvini ikki komu undir land fyrr enn í mai mánaða í ár.

– Av tí at endaligu loyvini komu so seint, komu túrarnir seint til sølu, og tá hava fólk longu lagt aðrar ætlanir fyri summarið og heystið. Eisini høvdu vit júst um sama mundið, sum New York rutan varð sett til sølu, selt meira enn tíggju full flogfør til Berlin, og tað hevur heilt víst eisini havt sína ávirkan, sigur hon, men leggur tó dent á, at USA er ein sera spennandi marknaður, sum fer at taka tíð at byggja upp, og ætlanin er at flúgva beinleiðis til New York eisini næsta heyst, sigur stjórin í Atlantsflog, Jóhanna á Bergi.

Beinleiðis rutuflúgving tvørtur um Atlantshavið er fyrstu ferð nakrantíð, at tað verður flogið beinleiðis úr Føroyum til USA. Fyrsti túrur til New York úr Føroyum verður týsdagin 22 august.