Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyskur tónleikur vístur fram í New York

Í hesum døgum er stórt føroyskt mentanarátak í New York, har ymisk mentanartiltøk eru á skránni. Týsdagin sluppu stórir miðlar og týdningarmikil fólk í stóra súreplinum at hoyra Eivør

Hesa vikuna byrjaði stóra føroyska mentanarátakið, Fog Swept Islands, í New York, har føroysk list, tónleikur, filmar, bókmentir, gastronomi, design og annað verður víst fram í The Big Apple, New York. Mentanarátakið heldur fram til í juli.

Týskvøldið, 9 apríl, skipaði Faroe Music Export (FMX) og Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri móttøku og konsert við Eivøri Pálsdóttir í New York, har Eli Tausen á Lava var gestatónleikari.

Konsertin varð hildin á The Cutting Room á Manhatten. Tiltakið var fyri innbodnum, eitt nú fjølmiðlar og fólk úr tónleikavinnuni í New York. Millum gestirnar vóru m.a. fólk frá Rolling Stone, Variety, Grammy og Spotify.

– Vit sera væl nøgd við tiltakið. Tað er einastandandi at megna at savna týðandi miðlar og fólk frá tónleikavinnuni til eitt føroyskt tónleikatiltak í einum stórbýi sum New York. Hetta gevur FMX og føroyskum tónleiki nógvar møguleikar, sum vit fara at arbeiða víðari við komandi tíðina, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX, í tíðindaskrivi.

Eivør hevði Mikael Black við sær á pall, og Eli Tausen á Lava, sum er klassiskur klaverspælari, hevði saksofonspælaran Jake Miles við sær á pall.

Sì skránna fyri Fog Swept Islands á heimasíðuni hjá Scandinavia House.

April 2024, April 9 2024, Edwina Hay, The Cutting Room, New York, Fog Swept Islands: Faroe Islands Culture Days, Faroe Islands Culture Days, live music, live music photography, event, event photography

Kelda: Uttanríkis- og vinnumálaráðið