Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frímerki nummar 1.000 frá Posta verður givið út í dag

Frímerkið myndar ein varða úti í haganum eitt summarkvøld. Huglagið er summarkent, og varðin er umgirdur av tí plantu-, fugla- og djóralívi, sum er at síggja í haganum hesa ársins tíð

Í dag, tann 10. august verður føroyska frímerkið nr. 1000 givið út. Hesum gera vit nógv burturúr, og verður frímerkið avdúkað í dag á stórari framsýning í Cleveland, USA, – the Great American Stamp Show 2023.

Listamaðurin, Edward Fuglø hevur sniðgivið vakra frímerkið. Frímerkjadeildin hevur samstarvað við Edward Fuglø um nógv føroysk frímerki, og vit litu tí honum upp í hendur at sniðgeva frímerki nr. 1000.

Frímerkið myndar ein varða úti í haganum eitt summarkvøld. Huglagið er summarkent, og varðin er umgirdur av tí plantu-, fugla- og djóralívi, sum er at síggja í haganum hesa ársins tíð. Huldan og nykurin eru somuleiðis partur av myndini.

Viðurkendi norski listamaðurin Martin Mörck hevur myndrist frímerkið, sum er prentað í stálprenti og offsett. Harumframt er neon litur og serligt lakk nýtt, so tað m.a. kennist sum um at sandur er stroyddur á ein part av frímerkinum.

Ein varði kann hava ymiskan súmbolskan týdning – hann kann vera bæði vegvísari og fastapunkt. Frímerki nr. 1000 er ein varði á longu frímerkjaleiðini hjá Posta síðan 1975, tá fyrstu føroysku frímerkini vórðu givin út.

Les áhugaverdu greinina um frímerkið á www.stamps.fo har eisini ber til at bíleggja frímerki og snøggu mappuna, sum eisini er gjørd í hesum sambandi. Í mappuni er frímerki, svartprent og bjálvi.