Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Tá Jónas vann gull

Her er videobrot frá bragdinum í gjár, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen vann gull á 400 metrum í U20-evropameistaraheitinum í Ísrael

Tað er stuttligt at vera føroyingur við áhuga fyri ítrótti í hesum døgum. Hetta føroyska ítróttarsummarið hevur verið eitt tað besta nakrantíð, og flottu úrslitini í fleiri ítróttargreinum eru við til at seta Føroyar á heimskortið enn einaferð.

Í gjár var tað Jónas Gunnleivsson Isaksen, ið átti tørn at koma við enn einum flottum úrsliti, tá hann vann gull á 400 metrum til U20-evropameistaraheitið, sum var í Jerusalem í Ísrael.

Jónas byrjaði væl og var væl við allatíðina, men tað var serliga í teimum síðsta 100 metrunum, at Jónas setti sínar kappingarneytar til viks og kom fyrstur um málið við tíðini 45,86, sum bæði er føroyskt met og danskt ungdómsmet á teininum.

Her er video, tá Jónas vann gull: