Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hannes Agnarsson og Taufee eru fremst

Her er byrjanaruppstillingin hjá B36 móti Rijeka

Í kvøld spælir B36 fyrra dystin í triðja umfarinum í undankappingini til Europa Conference League.

Valerijs Sabala byrjar á beinkinum í dag, og tað ger Bjarki C. Nielsen eisini. Hann hevur annars spælt nógvar dystir í seinastuni.

B36-venjarin, Dan Brimsvík, hevur valt at geva Michal Przybylski enn einaferð møguleikan at byrja inni á miðjuni.

Men í B36-álopinum byrja bæði Hannes Agnarsson og Taufee, hóast mong hava havt á munni, at Hannes riggar betur úti á vonginum.

B36 byrjanaruppstillingin (5-3-2) sær soleiðis út:

Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andras Johansen, Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Taufee Skandari, Hannes Agnarsson.

Á beinkinum sita: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Andrias H. Eriksen, Bjarki C. Nielsen, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Marrias Hellisdal, Emil Weihe Joensen, Lukas Giessing, Erlendur Magnusson, Aron Knudsen