Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U19-manslandsliðið blakaði hálvfinaluplássið burtur

Í dag spældi føroyska U19-manslandsliðið móti Egyptalandi. Hóast føroyska liðið var fá sekund frá einari hálvfinalu, so javnaðu egyptar í síðstu løtu. Í longdu leiktíðini var Egyptaland betur og vann dystin 38-34

Eftir flottu sigrarnar móti Týsklandi og Saudiarabia í meginumfarinum, so skuldi føroyska U19-manslandsliðið í dag spæla móti Egyptalandi um eitt um eitt pláss í hálvfinaluni í U19 HM-endaspælinum, sum verður spælt í Kroatia í hesum døgum.

Egyptaland byrjaði dystin betur, og vóru frammanfyri mestsum allan fyrra hálvleik, men so við og við kom føroyska liðið fyri seg, og megnaði eisini at koma upp á javnleik, sum eisini var hálvleiksstøðan, 13-13.

Í seinna hálvleiki fylgdust liðini alla tíðina, og hóast egyptar til tíðir mansvardu Óla Mittún, so funnu føroysku spælararnir loysnir at skora mál.

Tað var leingi líkt til, at Føroyar fóru at vinna dystin, tá føroyingar høvdu vunnið sær eina tvey-málsleiðslu. Føroyar vóru á odda 31-29, tá tað restaði ein minuttur av dystinum, men í allarsíðstu løtu megnaðu egyptar at javna, og so mátti longd leiktíð til.

Egyptar vóru stinnari í longdu leiktíðini, og høvdu eisini fingið eina eyka innspræning, eftir at liðið hevði megnað at javna í síðstu løtu av vanligu leiktíðini. Nú riggaði alt hjá Egyptalandi, meðan verri gekk hjá føroyingum. Í longdu leiktíðini fekk Egyptaland sjey mál, meðan Føroyar skoraðu trý.

Sostatt vann Egyptaland dystin 38-34, og er víðari til hálvfinaluna.