Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni Frederiksberg í poddvarpi hjá DR

Danmarks Radio vil eisini vera við og greiða frá um fótbóltsævintýrið hjá KÍ í summar

Føroysk fótbóltsuppreistrarfólk hertaka Evropa!

Soleiðis ljóðar yvirskriftin í poddvarp-sendingini hjá DR, Tyvstart, sum viðger ymiskt innan ítróttarheimin.

Í partinum í gjár var Árni Frederiksberg gestur í sendingini, har tosað verður um, hví eitt føroyskt felag hevur megnað at spælt seg í eitt evropeiskt bólkaspæl, har møguleikin at koma í bólkaspælið í Champions League enn er til staðar.

Sendingin hoyrist her.

Danmarks Radio var eisini til staðar á Tórsvølli týskvøldið, tá KÍ vann 2-1 móti Molde.

Kendi danski journalisturin Torben Schou, sum plagar at gera hugtakandi innsløg hevur gjørt eina longri frásøgn undan, undir og eftir dystin, sum verður sent sunnukvøldið á DR í “21 Søndag”.