Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis Liverpool Radio-sending á FM1

Í morgin klokkan 12 verður ein beinleiðis Liverpool-sending í samband við, at nýtt kappingarár í Premier League byrjar

So fer bólturin aftur á rull í Premier League í morgin, leygardagin. Liverpool spælir sunnudagin.

Í samband við, at nýtt kappingarár byrjar, verður eitt beinleiðis Liverpool Radio nú leygardagin frá klokkan 12 til 14 á FM1.

Fasta Liverpool Radio-sendingin verður annars týsdagar klokkan 16 á FM1.

Leygardagin klokkan 12, fara góð Liverpool-fólk at geva sína meining til kennar, hvussu gott ella minni gott flytingarvindeygað hevur verið, kanska tað nýggjasta í Moisés Caicado-dramatikkinum, hvussu nógvar pengar FSG veruliga hevur brúkt, hvussu góð verjan hjá Liverpool er, hvussu stórur okkara hópur er og hvussu gott alt er? Hvussu er við miðjuni? Kunnu vit vænta okkum Heavy Metal-fótbólt aftur í Klopp 2.0-versjónini av Liverpool?

Alt hetta og meira fæst kanska at vita í morgin í Liverpool Radio-sendingini, sum verður send á FM1 frá klokkan 12 í morgin.

Trygvi Absalonsen er vertur.