Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður gekk seg fastan omanfyri Hvannasund

Tveir mans vóru í gjár farnir túr í fjøllunum omanfyri Hvannasund. Meðan annar fer omanaftur í bilin, vildi hin ganga eina løtu afturat, men gekk seg fastan í brattlendinum har

Í gjár vóru tveir mans farnir túr í fjøllunum omanfyri Hvannasand, men túrurin gekk ikki heilt soleiðis, sum ætlanin var.

Tí meðan annar fór oman í bilin at bíða, so gekk hin maðurin víðari eina løtu í økinum, men endaði við at ganga seg fastan í brattlendinum har.

Kringvarpið sigur, at tá annar maðurin ikki var komin aftur til bilin, har hin maðurin bíðaði, so vórðu boð send eftir løgregluni, har boðað frá støðuni.

Tilbúgvingin varð sett í gongd, og bæði bjargingartyrla, fjallaklintrarar, politistar og staðkend fólk vórðu boðsend, men ímeðan vóru nakrir staðkendir mans farnir til gongu til mannin, ið hevði gingið seg fastan, og leiðbeindu honum, hvussu hann skuldi ganga úr brattlendinum.

Maðurin kom oman aftur í øllum góðum, veit Kringvarpið at siga.