Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U17 til NM: Tað gjørdist tungt í Lappeenranta

Tað endaði við trimum tapum fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í árligu NM kappingini, sum í ár var í Finnlandi

– Lat tað bara verða sagt beinanvegin, at hendan kappingin gjørdist ikki akkurát tað, sum vit høvdu væntað og vónað. Serliga mentalt er tað strævið at uppliva sovorðnar dystir og úrslit, men fyri spælararnar er tað eisini ein partur av menningini. Nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma víðari sum skjótast.

Orðini eigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, ið síðstu dagarnar hevur tikið lut í árligu NM kappingini, sum í ár var í Lappeenranta í Finnlandi.

Føroyar spældu tríggjar dystir, sum allir endaðu við greiðum tapi. Tað byrjaði annars væl, og ta einu løtuna í fyrsta dystinum, sum var ímóti Danmark, stóð á jøvnum 1-1. Málskjútti var Aron Banjaminsen. Men tá avtornaði vunnu danir 6-1. Síðan bleiv U17-landsliðið smurt av 11-0 móti Noregi, og í plaseringsdystinum vann Ísrael 3-0 á Føroyum.

– Nú ræður um, at hetta ikki setir seg ov nógv mentalt í dreingirnar. Vit skulu reisa okkum beinanvegin, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Liðið fer í næstum undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia fyrst í november. Har vera mótstøðulondini Kroatia, Ongland og Kosovo.

U17 NM 2023-66

U17 NM 2023-145

U17 NM 2023-144

U17 NM 2023-143

U17 NM 2023-138

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Myndir: Ingi Arge/fsf.fo