Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sunnudagin sigur FM1 frá B36-TB klokkan 15 og B68-07 Vestur klokkan 16

Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Trygi Absalonsen sigur frá dystinum millum B36 og TB á ovara vølli í Gundadali, ið byrjar klokkan 15, og Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum millum B68 og 07 Vestur á Svangaskarði, ið byrjar klokkan 16.