Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lars Arne trívist væl í Sørvági og tað gongur væl hjá 07 Vestur á vøllinum

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá fimm málum og tveimum brendum brotsspørkum, ið komu í dystinum B68-07 Vestur 2-3 (1-1). Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B68, ið harmast um, at menn ikki halda seg til avtalurnar, og samrøðuna við norska Lars Arna Nilssen hjá 07 Vestur, ið kundi fegnast um enn einaferð at síggja sínar menn tryggja sær eitt gott úrslit móti dystarenda. Lars Arne trívist sera væl í Sørvági, og er glaður og spentur um uppgávuna sum hann hevur sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.

Mynd: Rúni á Reynatrøð