Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Karl A. Løkin: ÍF bleiv fillað sundur í dag

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen og liðskiparan hjá ÍF, Karl A. Løkin um dystin ÍF-HB 2-7 (0-5). Jákup Martin stórfegnast um serliga fyrra hálvleik, har HB vísti stórspæl og skoraði fimm mál, tí vóru onkrar skeinur á lakkinum í seinna hálvleiki. Karl staðfestir, at ÍF bleiv fillað sundur av HB, serliga í fyrra hálvleiki, og tað er ein soltin uggi, at ÍF fekk tvey mál í seinna hálvleiki. Her er nógv sum skal bøtast hjá ÍF áðrenn teir møta HB aftur komandi leygardag.