Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum foreldrum ella maka

Í heyst bjóðar Títt Rúm eitt tilboð til foreldur, sum eru í barsil við pinkubørnum

Talan er um ókeypis bólk til tín, sum er uppvaksin við einum foreldri, sum hevur ella hevur havt rústrupulleikar. Hann er eisini til tín, sum hevur ein maka, sum rúsar seg á ein hátt, sum ger, at tú gerst stúrin um familjulívið. 

– Vit byrjaðu okkara fyrsta barsilsbólk á vári 2022, sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, ið stendur aftanfyri Títt Rúm. Vit sóu ein tørv og valdu at royna. Nógv hava luttikið í barsilsbólkum síðan tá og hava verið glað fyri tilboðið.

Bólkurin er um morgunin ella tíðliga um dagin, og børnini eru við. Vognar kunnu standa inni í garðinum, og foreldrini kunnu hava alarmar við inn í bólk. Madrassur og leikur liggja á gólvinum til børnini, og ofta sita vit á gólvinum og tosa, so foreldrini kunnu sita hjá børnunum. Í barsilsbólkunum seta børnini dagsskránna, og bólkurin er skipaður soleiðis, at børnini hava sítt pláss. 

Við serkønari hjálp frá fakfólki, kanst tú í bólkinum trygt tosa við onnur, sum skilja tína støðu.

Tilmeldingarfreistin er 8. sept. 2023. Les meira um virksemið hjá Títt Rúm á www.tittrum.fo.