Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú má Røkke ella støkka

Molde-venjarin, Erling Moe, væntar, at Molde fer at hava bóltin nógv, og tí verður tað týdningarmikið at skapa nóg nógv av málmøguleikum og gagnnýta hesar málmøguleikar, so at Molde kemur víðari

Týsdagin er tað returdystur í Champions League-undankappingini millum Molde og KÍ, sum verður spældur á Aker-leikvøllinum í Molde, sum norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke og felag hansara, Aker ASA, hevur goldið fyri.

KÍ tók fyrsta stikkið í Føroyum og vann 2-1, og Molde-venjarin væntar sær ein líknandi dyst í annaðkvøld, eins og tað var á Tórsvølli fyri einari viku síðan.

– Eg rokni við, at vit koma at hava bóltin nógv. Spælið kemur nokk at ganga fyri seg á teirru helvt, spáar Erling Moe, Molde-venjari, til Molde-tíðindafundin, sum var á middegi í dag.

Hann sigur, at Molde hevur lært nógv av dystinum í seinastu viku, men at tað týdningarmiklasta til dystin í morgin verður, at hansara spælarar skapa nóg nógvar málmøguleikar og skora nóg nógv mál, so at Molde kemur víðari.

– Vit skaptu kanska ikki so nógvar málmøguleikar móti KÍ í síðstu viku, men tað ætla vit at gera í annaðkvøld. Teir eru góðir í kontrafasuni, men vit eru greiðir yvir tað, sigur Molde-venjarin, Erling Moe, á tíðindafundinum á Aker-leikvøllinum í Molde.

Norskir miðlar gera eisini nógv burturúr, at tað eru tvær fyrrverandi Molde-legendur, sum nú eru venjarar í KÍ, og tað bleiv eisini tosað eitt sindur um tað í tíðindafundinum.

– Tað verður serligt, at Magne (Hoseth) og Daniel fara at sita á bonkinum hjá útivallarliðnum, tí nevnir tú Molde, so eru Magne og Daniel tey fyrstu nøvnini, tú setur í samband við Molde, men hóast teir eru væl kendir her í felagnum, so eru øll vinaløg sett til viks til dystin í annaðkvøld, tí teir eru 100 prosent fokuseraðir upp á KÍ, eins og vit eru tað fyri Molde, Teir koma ikki at geva okkum nakran fyrimun, og tað skulu vit heldur ikki geva teimum, sigur Molde-liðskiparin, Magnus Wolff Eikram

Les eisini...  Nógvur vindur komandi døgnið

Molde-venjarin brýtur næstan sín liðskipara av.

– Vit fara ikki inn til dystin við fokus á hetta (at tvær Molde-legendur standa við róðrið í KÍ, jour.). Vit fara til dystin og hava fokus á okkum og okkara spæl, so at vit koma víðari, sigur Molde venjarin, Erling Moe.

Higartil eru 9.000 atgongumerki seld til dystin í annaðkvøld. Aker-leikvøllurin hjá Molde og Kjell Inge Røkke tekur 11.200 áskoðarar, og norskir miðlar rokna við, at tað verður útselt, tá Molde og KÍ bresta saman um at koma víðari til seinasta undankappingardystin til bólkaspælið í Champions League, sum eftir øllum at døma verður móti turkisku meistarunum, Galatasaray.

Kjell Inge Røkkes her avmyndaður frammanfyri “Atlantic Navigator”, tá Kjell Inge Røkke og Hanus Hansen samstarvaðu um fiskiskap. Í annaðkvøld skal KÍ spæla á leikvøllinum, sum Røkke hevur verið við til at fíggja, so onkursvegna er sirkulin nú fullkomin. Mynd: Knut Snare/NTB

Hoyr allan tíðindafundin hjá Molde her: