Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Friðarligt vikuskifti hóast Ovastevnu og Regatta

Hóast nógv hevur verið á skrá um vikuskiftið, hevur løgreglan havt lítið at gera

Hóast bæði Ovastevna og Regatta hava verið um vikuskiftið, hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni.

Vakthavandi á løgreglustøðini ger greitt, at tvær patruljur hjá løgregluni vóru til staðar úti í Nólsoy á Ovastevnu, men at hjá báðum patruljunum gjørdist tað bert til tvey mál.

Annað málið snúði seg um brot á skilhaldsreglurnar, meðan hitt málið var um eitt fólk, sum var dottið og hevði meiðslað seg so mikið illa, at neyðugt var at flyta viðkomandi til Havnar á sjúkrahúsið.

Um vikuskiftið tóku nógvir bátar eisini lut í regattuni, og umborð á nógvum bátum er rúsdrekka ein fastur táttur í regattasiglingini.

Óðin, sum er báturin hjá løgregluni, var til staðar at taka stikkroyndir, tá farið varð úr Hósvík, men har stóðst einki mál burturúr, sigur vakthavandi.