Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Argja Bóltfelag fyllir 50 ár

Týsdagin verður bjóða til kaffi og kaku, tá ið Argja Bóltfelag fyllir 50 ár.

Argja Bóltfelag skrivar hettar á sínum Facebook vanga:

Hjartaliga vælkomin í 50 ára føðingardag

Týsdagin 15. august hevur Argja Bóltfelag opið hús í AB húsinum millum kl. 16 og 19, har vit bjóða kaffi og kaku

Í Tórálvsstovu í AB húsinum er serframsýning við myndum ígjøgnum tíðina.

Eisini vera frásagnir frá fyrrverandi formonnum og nevndarlimum um minniligar løtur í felagum.

Vit gleða okkum at síggja teg

15. august 1973 bleiv Argja Bóltfelag stovnað við dananum Johnny Nyby og onnur ítróttaráhugaði á Argjum.

Í fyrstu nevndini sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari. Hinir stjórnarlimirnir vóru: Erling Olsen, Sæmundur Mortenen og Jens Hansen.

Tey fyrstu árini leikti AB í Havn, men í 1983 bleiv ein fótbóltsvøllur gjørdur á Argjum. 15 ár seinni bleiv graslíki lagt á vøllin.

Nógv er broytt síðani og felagið er blivi munandi størri.

Í 2009 var eisini eitt stórt áskoðaraskýli bygt við vøllin Inni í Vika.

Í 2015 bleiv undirhæddin av áskoðaraskýlinum liðugt innrætta við 4 skiftirúm, skrivstovu, dómararúm, fysioterapirúm, venjingarrúm, felagshøli/køkur, vaskirúm, wc v.m. Vøllurin Inni í Vika skifti eisini sama árið navn til Skansi Arena.