Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vallarupplesari í 52 ár

Tað var eitt sindur av tilvild, men hann hevur havt sama starv í 52 ár.

Meðan hann hevur sitið handan mikrofonina, so hevur hann virkað undir 12 felagsstjórum og staðfest, at Liverpool Football Club hevur vunnið 12 meistaraheiti, 6 Champions League, 7 FA Cup, 9 League Cup, 1 FIFA Club World Cup, 3 UEFA Cup og 4 UEFA Super Cup, men eisini upplivað fleiri myrkar og tungar løtur saman við felagnum. Hann fekk enntá sín elddóp í sama dysti sum Kevin Keegan, tann 14. august 1971 ímóti Nottingham Forest. Talan er sjálvandi um ”Røddina á Anfield”, George Sephton.

Longu í skúlanum lærdi hann seg russiskt og spanskt, og tað kom væl við, tá hann sendi eina umsókn til Liverpool Football Club, sum júst tá manglaði eina rødd á dystardegnum. Peter Robinson, táverandi forstjóri í Liverpool, svaraði umsóknini og síðani tá hevur George Sephton verið ein trygd fyri, at tónleikabólkarnir í nærumhvørvinum hava fingið rúmd á Anfield.

George Sephton setti seg fyrstu ferð framman fyri hátalaraútbúnaðin á Anfield í kappingarárinum 1971-72, og í kappingarárinum 2020-21 kundi hann so halda sítt 50 ára hátíðarhald sum vallarupplesari.

Kenny Dalglish skoraði eisini fyrsta málið fyri Celtic í einum kappingarførum dysti, tá Celtic vann 2-0 á Glasgow Rangers í skotsku League Cup tann 14. august 1971. Dalglish avloysti seinni Keegan, tá hann skifti til HSV Hamburg summarið 1977.